Sum tygum kunna, so hevur Hondbóltsfelagið Tjaldur nærum ligið stilt alt hetta kappingarárið, grunda á umvælingar av ítróttarhøllini, men álíkavæl hava vit tvey gentulið í kappingini henda veturin .
Nú nærkast ljósari tíðum, og eftir summarsteðgin verður ítróttarhøllin liðugt umvæld, tá fáa vit eina so gott sum nýggja høll aftur. Av hesum hava vit tí valt at kalla hetta “ein nýggj byrjan”.
Tó so, vit fara at halda áframm við ungdómsarbeiðinum sum vit hava gjørt tey seinastu fýra árini.
Einki felag hevur møguleikar fyri at yvirliva og/ella at mennast uttan uppbakning (stuðul) í fólkinum, í hesum sambandi fara vit tí at heita á tygum, um at stuðla okkum, við at gerast limur og rinda eitt limagjald. Limagjaldið er kr. 250,- um árið, fyri alt húskið. Hettar hevur ein ómetaliga stóran týdning fyri frammhaldandi menning av felagnum.
Hetta limagjaldi er galdandi fyri 2014.
Rindast kann á konto 6460-152.347.5 í Bank Nordik ella 9181-128.550.7 í Eik. Tað ber eisini til, at rinda í gjøgnum heimasíðu okkara www.tjaldur.net, Vel Limagjald í vinstru síðu, og sí vegleiðing á síðuni.
Limagjaldið fer til beinleiðis rakstur av ungdómsarbeiðinum hjá Hondbóltsfelagnum Tjaldur, sum fer at seta øll segl til, fyri at menna ungdómsdeildunum eftir summarsteðgin.
Nevndin