Nýggja nevndin hevur skipað seg

merkid
Í kvøld hevur eykaaðalfundur verið í Hondbóltsfelagnum Tjaldur.

Sum flestum kunnugt, so legði nevndin í Tjaldur frá sær, tí nevndin ikki metti at nøktandi kamar vóru bjóðaðir felagnum, eftir at ítróttarhøllin í Runavík bleiv stongd.

Nakrar vikur seinni tóku eldsálir í felagnum stig til at fáa skipa fyri einum eykaaðalfundi, soleiðis at felagið ikki bleiv niðurlagt.

Í kvøld hevur eykaaðalfundurin so verið og fingu vit fýra eldsálir í nevndina.

Jústinus Tróndargjógv
Anita Sólsker
Niels Peter Bech
Katrin Absalonsen

Fundarfólkini vóru glað um at felagið nú aftur hevði eina nevnd og vístu á, at tey sjálvandi komu at stuðla nýggju nevndini í tí arbeiðinum sum liggur fyri framman.

So vildi man ynskt at alt ungdómsarbeiði byrjar aftur beinanvegin, men soleiðis verður tað tíverri ikki.

Fleiri av ungu dreingjunum hjá Tjaldur venja við StÍF, so á tann hátt eru teir ikki vekk, og fundurin samtykti at vit gera einki meira við ungdómsliðini í hesum kappingarárinum, men seta síðan full segl til næsta kappingarár.

Johnny hevur vant tvey gentulið í fimleikahøllini á Toftum og hesi koma at halda fram, sum tey hava gjørt.

Johnny Lamhauge verður samskipari í felagnum.

Vit ynskja nýggju nevndini og Tjaldur góða eynu.