Tólv føroyskir hondbóltsvenjarar hava um vikuskiftið tikið ungdómselituvenjaraskeið, har danin Peder Rasmussen legði lag á. Hoyvíkshøllin og Hoyvíkar Skúla vóru karmur um skeiðið, og raskir ungdómsspælarar úr H71 vóru til venjingarnar. Skeiðið gevur ungdómselituvenjarunum møguleikan at fara víðari í donsku venjaraútbúgvingini, har næsta stig er divisjónsvenjaraskeið.
Hesi eru ungdómselituvenjarar: Eddie Joensen, Johnny Lamhauge, Johan Danielsen, Heri Johnson, Jústines Justinussen, Harald Bjørgvin, Julian Johansen, Geir Wardum, Petur Mittún, Halgir Dahl Olesen, Rói Hentze Egilstoft og Súsanna Krossteig Hansen.
Tekstur og mynd eru av HSF.FO