Nú er greitt at Tjaldur kemur at hava eitt manslið í hondbólti. Ungu dreingirnir ið leiktu við dreingjum 17 ár í fjør og sum gjørdust ov gamlir til at leika við har, ynsktu at fáa eitt manslið teknað til kappingina, og so er gjørt. Ungu menninir hava ikki vant enn, men longu í morgin hósdagin […]
Eingin venjing hesa vikuna
Í samband við at FAROEXPO er í høllini í Runavík alla hesa vikuna. Verður eingin venjing.
18-34 til Tjaldur
Týskvøldið vóru okkara kvinnur í Havn og leiktu móti Neistanum og í dag leikti Tjaldur móti Kyndli í Havn. Dysturin týskvøldi var ein strika í rokningini. Okkara kvinnur fingu einki at rigga meðan Neista kvinnur fingu alt at rigga. Tann dystin taptu okkara kvinnur 30-24. Í dag vildi betur til. Longu frá byrjan setti Tjaldur […]
Kyndil-Tjaldur
Sunnudagin 24/10 spæla Kyndil og Tjaldur dyst í høllini á Hálsi. Dysturin byrjar klokkan 14:30. Komið við og stuðlið okkara liði. TJALDUR! Støðan undan dystinum er hendan:
Venjingartíðir 2010/2011
Trýst á myndina fyri at gera hana størri.
Ov stórur munur
Hóast VÍF royndi at stríðast móti okkara sterku kvinnum, so gjørdist skjótt greitt at Tjaldur fór at vinna dystin ruddiliga. Hálvleiksstøðan var 20-10 Dysturin endaði 36-23 Í fyrra hálvleiki vísti Tjaldur gott spæl og við nógvum góðum skotum og framúr góðum málmansspæli frá Guðrun, settu tjaldurskvinnur VÍF uppá pláss. Longu eftir 10 minuttir vísti máltalvan […]
Tjaldur-VÍF, sunnudagin kl.15
Sunnudagin kl 15.00 spælir Tjaldur ímóti VÌF í Runavík. Tit eru øll hjartaliga vælkomin í høllina at stuðla Tjaldur. Vælkomin øll somul.
Tjaldur – VB
So verður tað leygardagin at hondbólts kappingin byrjar fyri okkara viðkomandi, tí tá møta SunSet kvinnurnar hjá okkum møta VB. Tað er leygardagin kl. 15.00 í dysturin byrjar. Møtið mannsterk í høllini fyri at stuðla tínum liði.
Dreingir 10 ár byrja at venja
Dreingir 10 ár byrja venjingina aftur í morgin, týsdagin, klokkan 16:00 og koma at venja týsdag og mikudag frá 16:00-17:00. Venjari verður Jóhan Danielsen. Dreingir 10 ár eru dreingir í 3. og 4. flokki. Av tí at trupult er at finna venjarar til tey ymisku liðini, fáa vit ikki sett øll lið í gongd at […]
Venjingarnar 2010/2011
Fleiri hava síðstu tíðina spurt eftir nær venjingarnar hjá børnunum byrja. Felagið hevur valt ikki at byrja fyrr enn fótbólturin er við at vera liðugur. 26. september enda nøkur av liðunum í fótbólti, so ætlanin er at vit skulu fáa gongd á venjingarnar mánadagin 27. september. Venjingartíðirnar vera lagdar út á heimasíðuna í komandi viku. […]