Hóast VÍF royndi at stríðast móti okkara sterku kvinnum, so gjørdist skjótt greitt at Tjaldur fór at vinna dystin ruddiliga.
Hálvleiksstøðan var 20-10
Dysturin endaði 36-23
Í fyrra hálvleiki vísti Tjaldur gott spæl og við nógvum góðum skotum og framúr góðum málmansspæli frá Guðrun, settu tjaldurskvinnur VÍF uppá pláss.
Longu eftir 10 minuttir vísti máltalvan 8-3 og eftir 20 minuttir var støðan 16-6.
VÍF royndi í løtum at mansverja Corni og Adinu, men hetta gav Simonu frítt spæl. Hon bombaði bóltarnar í kassan. Tískil var skjótt skift aftur til at dekk við seks spælarum inni.
Í seinnahálvleiki lovaði Bogdan fleiri av ungu lokalu leikarunum inn at spæla. Barbara Nygaard, Ansy Sevdal, Jacoba Sevdal, Eyð Jacobsen og Sára Olsen fingu allar møguleikan at spæla inni í dag. Hesar ungu kvinnur vístu at tær ikki koma inn fyri at vera í fylla á liðnum. Allar sum ein vístu tær, at tær kunnu koma at gera seg galdandi á besta liðnum í ár og komandi nógvu árini.
Liðið hjá Tjaldur: Guðrun í Lágabø, Benadikta Johannesen (1), Annika Thomsen (4), Sarah Ann Thomsen (2), Barbara Nygaard (2), Jóhanna í Króki (1), Ansy Sevdal, Jacoba Sevdal, Adina Petrea (7), Cornelia Rimbu (8), Eyð Jacobsen (1), Simona Petersen (10), Sára Olsen.