Dreingir 10 ár byrja at venja

img009b
Dreingir 10 ár byrja venjingina aftur í morgin, týsdagin, klokkan 16:00 og koma at venja týsdag og mikudag frá 16:00-17:00. Venjari verður Jóhan Danielsen.
Dreingir 10 ár eru dreingir í 3. og 4. flokki.
Av tí at trupult er at finna venjarar til tey ymisku liðini, fáa vit ikki sett øll lið í gongd at venja nú, men fylgi við á heimasíðuni og í skúlunum, tí tá alt er fingið uppá pláss byrja øll liðini.