Venjingarnar 2010/2011

handball
Fleiri hava síðstu tíðina spurt eftir nær venjingarnar hjá børnunum byrja.
Felagið hevur valt ikki at byrja fyrr enn fótbólturin er við at vera liðugur. 26. september enda nøkur av liðunum í fótbólti, so ætlanin er at vit skulu fáa gongd á venjingarnar mánadagin 27. september.
Venjingartíðirnar vera lagdar út á heimasíðuna í komandi viku. Umframt at tíðirnar verða hongdar upp í skúlunum í Tofta, Runavíkar og Eystur kommunu.