18-34 til Tjaldur

Týskvøldið vóru okkara kvinnur í Havn og leiktu móti Neistanum og í dag leikti Tjaldur móti Kyndli í Havn.
Dysturin týskvøldi var ein strika í rokningini. Okkara kvinnur fingu einki at rigga meðan Neista kvinnur fingu alt at rigga. Tann dystin taptu okkara kvinnur 30-24.
Í dag vildi betur til. Longu frá byrjan setti Tjaldur seg á dystin og so hvørt sum Kyndil fekk mál, fingu okkara kvinnur tvey mál. Hetta hevði við sær at Tjaldur vann ein trivaligan 18-34 sigur.

Liðið hjá Tjaldur móti Kyndli sá soleiðis út:
Guðrun í Lágabø, Jóhanna í Króki (4), Benadikta Johannesen (1), Annika Thomsen (7), Sarah-Ann Thomsen (2), Adina Petrea (10), Cornie Rimbu (6), Barbara Nygaard, Simona Petersen (4), Adela Burcea, Eyð Jacobsen, Kirstin Gaardbo og Elinbjørg Hammer.