Vit vilja vera fremst! Kom og stuðla!

Nú skal slagið standa. Sunnudagin kemur Stjørnan úr Klaksvík á vitjan. Tjaldur hevur aldrin fyrr klára seg so væl í bestu deildini hjá kvinnum, tí eru vit sera spent nú tá Stjørnan kemur á vitjan.
Vónandi eru tit áskoðarar eisini spentir uppá dystin. Okkara kvinnur hava brúk fyri øllum góðum stuðli. So vónandi koma nógv fólk oman í høllina í Runavík at stuðla okkara liði.
Dysturin verður sunnudagin 2. november klokkan 15:00
KOYR Á TJALDUR!