Enn ein sigur

Kvinnurnar hjá Tjaldur hava fingið góða byrjan uppá kappingarárið. Í kvøld spældu tær móti Kyndli í Havn og úrsliti gjørdist 15-22. Stóri málskjúttin hjá Tjaldur var enn einafer Adina Petrea.

Tað er synd at siga at áskoðararnir vóru nógvir til dystin. Bert 20 fólk vóru møtt upp til dystin. Hetta má sigast at vera sera lítið tá hugsað verður um at vit tosa um bestu kvinnudeildina í hondbólti.
Hóast Kyndil legði seg á odda í byrjanini, vardi leiðslan ikki leingi. Eftir eina 2-0 leiðslu til Kyndil gekk stutt tíð, so var Tjaldur á odda 2-5 og har við var støði lagt. Hendan leiðslan helt sær meir ella minni allan dystin. Hálvleiksstøðan var 11-12.

Málini hjá Tjaldur skutu:
Adina Petrea 8, Alina Olaru 6, Annika Thomsen 3, Jóhanna í Króki 2, Benadikta Jóhannesen, Heidi Sevdal, Mary-Ann Isaksen 1
Dómarar vóru: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen