Gentur 10b vunnu silvur í c-bólkinum

Aftast frá vinstru: Johnny Lamhauge, venjari, Lena Olsen, Eyð Knudsen, Jona Sølvia Davidsen. Húkandi frá vinstru: Edna Maria Højgaard, Alisa Lassen, Anni Johannessen
Aftast frá vinstru: Johnny Lamhauge, venjari, Lena Olsen, Eyð Knudsen, Jona Sølvia Davidsen.
Húkandi frá vinstru: Edna Maria Højgaard, Alisa Lassen, Anni Johannessen

Tjaldur hevur í ár havt nógv gentulið við í hondbóltskappingini. Tjaldur b í gentur 10 ár hava leikt við í c-bólkinum her hava tær ment seg sera nógv, tí frá ikki at duga at kasta ella dribla í innleiðandi umførunum, kláraðu tær nú í endaspælinum at vinna seg heilt fram í oddin, soleiðis at tær fingu silvurmerkir um hálsin.
Vit ynskja gentunum tillukku við silvurmerkjunum og takka fyri eitt sera gott og læruríkt ár.
Vónandi síggja vit allar aftur í høllini næsta vetur.
Koyr á Tjaldur!!!