Tjaldur vil við hesum lýsa til aðalfund hjá felagnum, mikukvøldið 8. juni klokkan 19:00, í hølunum hjá Tjaldur (í kjallaranum í ítróttarhøllini).
Á skránni:
Formaðurin greiður frá farna árinum.
Kassameistarin leggur fram roknskap
Val av nevnd
Ymiskt
Um eitt felag sum Tjaldur skal kunna virka, sum eitt væl rikið felag, er sera umráðandi at fólk koma í nevnd, sum veruliga brenna fyri felagnum.
Nevndin ið situr í Tjaldur, er ein bráfeingis nevnd sum tók við í januar 2010 og er ikki fullmanna.
Nevndin í Tjaldur eigur at vera manna við fimm limum, men í løtuni eru bert tríggir. Nevndar arbeiðið hevur tískil tikið sera nógva tíð og kravt nógva orku fyri at hingið saman.
Av tí at nevndin bert er ein bráfeingis nevnd, sum ongantíð er blivin fullmanna, so stendur øll nevndin fyri valið á aðalfundinum. Nevndin í Tjaldur heitir tískil á fólk, sum hava áhuga í at koma í nevndina í felagnum, um at tosa við nevndina.
Øll hjálp er kærkomin.
Nevndin vónar at hoyra frá fólki.
Vinarliga
Hondbóltsfelagið Tjaldur