November 1, 2011 U8 byrja at venja í morgin

U8 byrja at venja í morgin

Í morgin mikudagin 2. november byrja børn frá 2. flokki og niðureftir at venja hondbólt. Venjingin byrjar klokkan 17:00 og varar ein tíma. Vónandi síggja vit nógv børn til venjing. Aðrar broytingar eru eisini gjørdar. Gentur 14 venja nú mánadag 17:00-18:00 í staðin fyri týsdag. Dreingir 14 venja nú týsdag 17:00-18:00 í staðin fyri mánadag. […]

Read more
October 22, 2011 Høllin aftur stongd

Høllin aftur stongd

Tíverri er høllin aftur stongd í komandi viku. Frá 21. oktober til 30. oktober verður FaroeExpo hildi inni í høllini í Runavík, so tískil verður eingin venjing hesar dagar. Vit síggjast aftur 31. september. Vinarliga Hondbóltsfelagið Tjaldur

Read more
June 20, 2011 Nýggja nevndin í Tjaldur

Nýggja nevndin í Tjaldur

Eftir at felagið hevði boðað til aðalfund tvær fer uttan at nakar møtti upp á fundi, valdi sitandi nevnd at kalla inn til eykaaðalfund, har eittans evni var á skránni, og tað var val av nevnd. Tjaldur hevur í 1½ ár koyrt við eini fyribils nevnd og hetta hevur kravt sera nógva tíð av nevndini. […]

Read more
June 14, 2011 Eykaaðalfundur

Eykaaðalfundur

Av tí at ov lítil undirtøka var til aðalfundin mikukvøldi, verður EYKAAÐALFUNDUR í hølinum mánadagin 20. juni, klokkan 19:30, og tá er alneyðugt at fólk møta upp. Um undirtøkan eisini er ov lítil tá, so verður felagið avtikið, og verður tað ein stórur missur fyri ítróttarlívið her á staðnum. Á skránni: Val av nevnd Um […]

Read more
May 24, 2011 Aðalfundurin mikudagin 8. juni

Aðalfundurin mikudagin 8. juni

Tjaldur vil við hesum lýsa til aðalfund hjá felagnum, mikukvøldið 8. juni klokkan 19:00, í hølunum hjá Tjaldur (í kjallaranum í ítróttarhøllini). Á skránni: Formaðurin greiður frá farna árinum. Kassameistarin leggur fram roknskap Val av nevnd Ymiskt Um eitt felag sum Tjaldur skal kunna virka, sum eitt væl rikið felag, er sera umráðandi at fólk […]

Read more