Nýggja nevndin í Tjaldur

merkid
Eftir at felagið hevði boðað til aðalfund tvær fer uttan at nakar møtti upp á fundi, valdi sitandi nevnd at kalla inn til eykaaðalfund, har eittans evni var á skránni, og tað var val av nevnd.
Tjaldur hevur í 1½ ár koyrt við eini fyribils nevnd og hetta hevur kravt sera nógva tíð av nevndini. Tíkil var alneyðugt at fáa nevndina fullmannaða, soleiðis at uppgávurnar gjørdust lættari at bera.
Eini 15-20 fólk vóru møtt upp á fundi og práta var bæði væl og leingi um hvussu vit kundu fáa fólk í nevnd og hvussu vit kundu fáa eitt felag, sum fær uppbakking frá fólkinum í umráðnum.
Tað gjørdist skjótt greitt at tað ikki kom at vera nøkur løtt uppgáva at manna nevndina, men til síðst bleiv nevndin fullmanna.
Dánial Hansen, sum hevur verið formaður síðsta 1½ árið stillaði ikki upp aftur og tískil skuldi nýggjur formaður veljast. Niels Peter og Johnnny stillaðu uppaftur.

Nýggja nevndin sær soleiðis út:

  • Niels Peter Bech, formaður
  • Jústinus H. Hansen, næstformaður
  • Anita Sólsker, kassameistari
  • Johnny Lamhauge, skrivari
  • Sólrun Jacobsen, nevndarlimur
  • Sámal Olsen, tiltakslimur

Nýggja nevndin fer nú at seta seg niður at planleggja komandi kappingarár og vónar at fáa góðan stuðul og hjálp frá fólkinum í økinum.