Í dag leiktu okkara gentur 10 tveir dystir í Klaksvík. Fyri fleiri av okkara gentum var hetta fyrstu fer tær leiktu ein ordiligan hondbóltsdyst og tískil var nógv at seta seg inn í. Tjaldur leikti fyrsta dyst móti Stjørnuni longu klokkan 9:00 í morgun, og hóast munurin var rættuliga stórur millum liðini, so vóru heilt […]
Dystir hesa vikuna
Dystir komandi vikuskifti
Tíðindaskriv
Feløgini, Hondbóltsfelagið Tjaldur og VÍF eru samd um at gera eitt samstarv í bestu og næstbestu kvinnudeildini. Avtalan kemur at vera galdandi fyri kappingarárið 2012/2013, og við møguleika fyri at leingja samstarvi. Felagsliðið kemur at eita: VÍF/Tjaldur Vinarliga Hondbóltsfelagið Tjaldur og VÍF
Vit byrja at venja aftur
GEVIÐ GÆTUR!!! Gentur 10 og gentur 12 venja saman frá 15:00 til 16:00 – Mánadag og mikudag Dreingir 14 og dreingir 16 venja saman frá 17:30 til 19:00. – Mánadag og mikudag Dreingir 10 og dreingir 12 byrja at venja týsdagin 11. september. Vinarliga Hondbóltsfelagið Tjaldur
Aðalfundurin 2012
Aðalfundurin 2012 Hondbóltsfelagið Tjaldur hevur aðalfund mikukvøldið 23. mai klokkan 19:00, í hølum felagsins í kjallaranum í ítróttarhøllini. Skrá sambart lógum felagsins. Møtið fjølment! Hondbóltsfelagið Tjaldur
Adina ársins toppskjútti 2011/2012
Aftur í ár kundi Adina Petrea móttaka heiðurin sum ársins toppskjútti í Sunset-deildini. Av tí at Adina ikki var við til gallaveitsluna í gjárkvøldi, var tað Katrin Jacobsen ið fór upp at móttaka heiðursplátuna hjá Adinu. Tillukku Adina og vónandi eigur Tjaldur aftur toppskjúttan næsta ár. Koyr á Tjaldur!
Dreingir 10b vunnu c-bólkin
Dreingir 10 b hava leikt í c-bólkinum, og hava teir klára seg sera væl í ár. Teir endaðu kappingarárið við at vinna bólkin og fingu harvið gull og steyp. Tillukku dreingir! Koyr á Tjaldur!
Gentur 10b vunnu silvur í c-bólkinum
Tjaldur hevur í ár havt nógv gentulið við í hondbóltskappingini. Tjaldur b í gentur 10 ár hava leikt við í c-bólkinum her hava tær ment seg sera nógv, tí frá ikki at duga at kasta ella dribla í innleiðandi umførunum, kláraðu tær nú í endaspælinum at vinna seg heilt fram í oddin, soleiðis at tær […]
Tað er stuttligari at vinna
Í alt ár hava okkara Sunset kvinnur stríðst við at fingið fyrsta sigurin, og sigast má at hann var søtur nú hann endiliga kom. Tjaldur var uttan iva undirtippa til dagsins dyst, sum var móti Neistanum. Undan dystinum var støðan eins og nú, at Neistin liggur nummar 1 meðan Tjaldur liggur aftast. Um vit fyrst […]