Í dag leiktu okkara gentur 10 tveir dystir í Klaksvík. Fyri fleiri av okkara gentum var hetta fyrstu fer tær leiktu ein ordiligan hondbóltsdyst og tískil var nógv at seta seg inn í.
Tjaldur leikti fyrsta dyst móti Stjørnuni longu klokkan 9:00 í morgun, og hóast munurin var rættuliga stórur millum liðini, so vóru heilt greitt góðar taktir at hóma á Tjaldur liðnum. At flyta bóltin upp eftir vøllinum og at avslutta álopini, er eingin trupulleiki, men heldur var trupulleikin at okkara leikarar ikki vóru neyvir nokk við skotunum.
Seinni dysturin var móti StÍF, og hóast vit stóðu okkum betur í tí dystinum, so var munurin eisini í meira lagið tá avstornaði.
Okkara gentur eru ágrýtnar og møta væl upp til venjing, so tað er einki at ivast í at við tíðini, so skulu tær nokk mennast nógv.
Vit ynskja gentunum góða eydnu við kappingini í vetur.
Myndirnar eru tiknar av Jens Christian Olsen