Navigare okkara høvuðsstuðul komandi trý árini
Vit hava fingið høvuðsstuðul. Talan er um Navigare Shipping, sum hevur høvuðssæti í Søldarfirði.
Avtalan er galdandi fyri komandi trý árini, og tað eru vit sera fegin um.
Fyrst og fremst er avtalan við til at geva felagnum fastan grundvøll at arbeiða á.
Vit í Tjaldur eru í góðari gongd at byggja felagið upp. Í fjør luttóku vit endiliga aftur í 1.deild við kvinnum, og felagið kundi errið senda fleiri leikarar á ferð við ungdómslandsliðum
Við avtaluni er Navigare Shipping við til at menna hondbóltin enn meira í okkara øki.
Vit í Tjaldur eru sera takksom fyri stuðulin og lova, at okkara partur skal ikki liggja eftir