April 5, 2025 1. deild kvinnur

1. deild kvinnur

Læruríkt kappingarár 🙌

Fyri tveimum árum síðani avgjørdu vit í Tjaldur, at vit skuldu hava lið við í 1.deild við kvinnum. Hetta gjørdu vit, tí at vit høvdu árgangir, sum skuldu fáa nýggjar avbjóðingar.

Endamálið var, at vit fyrst skuldu fóta okkum fyri síðani at mennast og innan alt ov longi megna at vera við í fremstu deildini 🤾‍♀️

Fyrsta kappingarárið var trilvandi. Tó var tað mennandi, og vit lærdu nógv.

Í ár hava viðurskiftini verið sera støðug og trygg, og tað hava vit sæð aftur í menningini. Spælið er vorðið meira búgvið, og okkara damur megna fleiri partar av spælinum. Úrslitini hava sum heild verið støðug. Tað merkir, at vit hava spælt fleiri tættar dystir, sum tíverri ikki eru koppaðir okkara veg. Og so hava vit eisini fingið onkra lektión í hondbólti, tá vit hava møtt teimum sterkastu liðunum.

Samanumtikið eru vit sera væl nøgd við hetta kappingarárið. Seinasti dysturin varð leiktur hóskvøldið á heimavølli í høllini í Runavík. Tá kom Stjørnan á vitjan. Við kvikum spæli og áhaldandi trýsti vístu okkara, at vit hava okkurt at byggja víðari á. Við einum knúsandi 40-24 sigri endaðu vit árið við einum braki 💪👏

Vert er at hava í huga, at allir útileikararnir skoraðu í hesum seinasta dystinum 🙌

Vit fyrireika okkum til komandi kappingarár. Skulu okkara blaðungu kvinnur mennast víðari, so mugu vit eisini fáa aðrar avbjóðingar. Tí hava vit tikið avgerð um, at komandi ár fara vit, umframt aftur at hava lið við í 1.deild við kvinnum, at luttaka í Faxe Kondi kappingini fyri kvinnur. Tá fara vit at møta liðum í SMS-deildini 🤾

Takk fyri í ár 👏💪

#KlædnastuðulBERGLON

#HøvuðsstuðulNavigare Shipping & Logistics