Hondbóltsfelagið Tjaldur og Tryggingarfelagið Føroyar hava síðstu árini havt eina stuðulsavtalu, ið hevur verið galdandi fyri ungdómsliðini hjá Tjaldur.
Hetta hevur merkt, at øll ungdómsliðini hjá Tjaldur hava spælt við búmerkinum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar á búkinum.
Hendan avtalan er nú longd, soleiðis at Tryggingarfelagið Føroyar kemur at standa á klæðunum hjá felagnum í minst tvey ár afturat.
Hondbóltsfelagið Tjaldur gleðist um at Tryggingarfelagið Føroyar vil stuðla Tjaldur við tí arbeiði felagið ger.
Tjaldur takkar Tryggingarfelagnum Føroyar fyri stuðulin.