Samstarvið millum VÍF og Tjaldur endar

Hondbóltsfelagið Tjaldur og VÍF hava valt ikki at halda fram við samstarvinum í fremstu kvinnudeildini. Feløgini høvdu í fjør eitt sera gott og læruríkt samstarv, har kvinnurnar við góðum vilja vístu at tað saktans ber til at samstarva, sjálvt um avstandurin millum ítróttarhallirnar er langur.

Hondbóltsfelagið Tjaldur hevur í nógv ár verið við í fremstu røð í føroyskum kvinnuhondbólti, og hava hesi ár verið bæði stuttlig og mennandi.

Leikarar ið hava verið uppvaksnir í Tjaldur hava ikki altíð verið so nógvir, og tískil hevur felagið nú valt at seta ein dempara á penga hondbóltin, fyri at leggja størri orku í at menna hondbóltin í Runavík.

Jóhan Danielsen hevur í nógv ár ment framúr góðar hondbóltsleikarar á dreingjasíðuni, og síðstu árini hava Adina, Remus og Johnny lagt nógv orku í at menna gentuhondbóltin í felagnum.

Enn er støða ikki tikin til hvussu verður við besta kvinnuliðnum, men eitt er vist, og tað er at vit koma ikki at brúka eins nógvar pengar uppá fremandar leikarar, sum felagið annars hevur brúkt síðstu árini.

Hondbóltsfelagið Tjaldur takkar VÍF fyri eitt gott samstarv og ynskir VÍF góða eydnu í framtíðini.

Við ítróttarkvøðu
Hondbóltsfelagið Tjaldur