Hondbóltsfelagið Tjaldur hevði ársaðalfund í hølum felagsins mikukvøldið 15. mai.
Á fundinum var skráin sambart lógum felagsins, og fyrst greiddi formaðurin Andrias Jacobsen frá farna árinum. Eitt hendingaríkt ár, við spennandi royndum við VÍF og eini vælvirkandi ungdómsdeild.
Síðan var ein lítil broyting í lógini at taka støðu til. Í lógini stendur at felagið skal hava eina starvsnevnd og eina hondbóltsnevnd, og ynski var at tað skuldi standa meiri greitt at starvsnevndin skal vera manna við fimm persónum og at hondbóltsnevndin skal vera manna við triðmum persónum, sum kunnu vera úr starvsnevndini.
Hendan lógarbroyting var samtykt.
Síðan legði Niels Peter Bech, fráfarandi kassameistari, fram ein roknskap, har hann greiddi hvussu inntøkur og útreiðslur høvdu verið síðsta árið.
Síðan var fari til val av nevndarlimum.
Í Starvsnevndini skuldu veljast fimm limir, og Niels Peter hevði boðað frá at hann tók ikki við afturvali.
Starvsnevndin er nú manna við hesum monnum:
Andrias Jacobsen, formaður/kassameistari
Jústinus Tróndargjógv, næstformaður
Lasse Klein, skrivari
Dánial Hansen, nevndarlimur
Johnny Lamhauge, nevndarlimur
Eiler Einarsson, eykalimur
Í hondbóltsnevndina blivu valdir:
Johnny Lamhauge
Jústinus Tróndargjógv
Eiler Einarsson