Í gjár vóru fýra venjingardystir í høllini í Runavík. Tjaldur leikti tveir dystir móti ávíkavist VÍF og Kyndli
Fyrri dysturin ið var móti VÍF vann Tjaldur 31-21.
Venjingardystirnir vóru skipaðir eftir cup systemi, so vinnarin av dystinum millum Tjaldur og VÍF møtti vinnaranum av dystinum millum Kyndil og StÍF.
Seinna dystin, sum var móti Kyndli, vann Tjaldur eisini, men veit í verandi løtu ikki hvat tann dysturin endaði.
Harumframt spældu ungu kvinnurnar í 1. deild eisini ein dyst móti H71, tær taptu dystin við fýra málum.