Síðsta sunnudag varð skipað fyri savning av U12 dreingjum – eldru, føddir í 2000. Savningin var í Eiðis Høll og vant varð frá kl. 13.15 til 16.15. Tað eru venjararnir hjá feløgum, sum hava tikið seg saman at skipa fyri savningini. Hesu ferð vóru gott 30 dreingir í savningini og skipað var fyri ymiskum venjingum, sum Johan Danielsen stóð fyri og at enda vóru dystir spældir. Næsta savningin verður sunnudagin 13. januar 2013.