Í kvøld var aðalfundurin hjá Hondbóltsfelagnum hjá Tjaldur í hølunum hjá Tjaldur.
Undan fundinum var greitt, at Niels Peter Bech og Fróði Lassen ikki ynsktu at taka við afturvali.
Tískil var eisini greitt, at nýtt fólk skuldi veljast í nevndina. Durita Olsen og Selinda í Heiðunum tóku við afturvali, meðan nýggju fólkini í nevndini eru, Torben Nielsen, Maud Hansen og Jákup Martin Jacobsen. Tiltakslimir eru Andrias Jacobsen og Johnny Lamhauge
Nýggja nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Selinda í Heiðunum, forkvinna
Torben Nielsen, næstformaður
Durita Olsen, peningarøkil
Maud Hansen, nevndarlimur
Jákup Martin Jacobsen, nevndarlimur
Andrias Jacobsen, tiltakslimur
Johnny Lamhauge, tiltakslimur