September 21, 2018 Foreldrafundur 2018

Foreldrafundur 2018

Spennandi foreldrafundur kl. 19 týskvøldið 25. september í Skúlanum við Løkin​ Hondbóltsfelagið Tjaldur skipar í sambandi við komandi kappingarárið 2018/19 fyri spennandi foreldrafundi týskvøldið 25. september 2018. Fundurin verður í kantinuni í Skúlanum við Løkin og byrjar kl. 19:00.​ ​ Kropslig venjing í sambandi við hondbólt​ Heri Ziska, kropsligur venjari hjá Hondbóltssambandi Føroya, greiður í stuttum […]

Read more
August 9, 2018 Venjarin komin

Venjarin komin

Í gjárkvøldi var fundur í hølunum hjá Tjaldur, har nevnd og nýggi venjari hjá felagnum tosaðu saman um komandi kappingarár og løgdu út í kortið hvussu felagið venjingar skuldu skipast. Nýggi venjarin hjá felagnum hevur verið í Føroyum í 1 viku og er spentur uppá nýggju uppgávuna, ið vit ætla skal byrja mánadagin 20. august. […]

Read more
July 5, 2018 HONDBÓLTSFELAGIÐ TJALDUR SETT UNGDÓMSVENJARA

HONDBÓLTSFELAGIÐ TJALDUR SETT UNGDÓMSVENJARA

Hondbóltsfelagið Tjaldur úr Runavík hevur sett nýggjan ungdómsvenjara fyri kappingarárið 2018/2019. Talan er um 27 ára gamla Christoffer Valdemar Madsen, sum hevur drúgvar royndir sum hondbólsvenjari í hondbólsfelagnum í Hillerød á Sælandi. Umframt venjaragerningin hevur Christoffer spælt við fyrstaliðnum hjá felagnum, sum spælir í 2. deild í Danmark. Aage Arnoldson, formaður í Tjaldur, sigur í […]

Read more
May 17, 2017 Nýggj fólk í nevnd

Nýggj fólk í nevnd

Í gjár var árligi aðalfundurin hjá Hondbóltsfelagnum Tjaldur. Fundurin var hildin í hølum felagsins í kjallaranum í ítróttarhøllini. Forkvinnan, Selinda í Heiðunum, greiddi frá hvat nevndin hevði gjørt í farna árið og hvussu felagið hevði klára seg, og síðan bleiv roknskapurin fyri felagið lagdur fram. Nevndin er mannað við eini fimm manna nevnd. Annaðhvørt ár […]

Read more