Í gjár var árligi aðalfundurin hjá Hondbóltsfelagnum Tjaldur.
Fundurin var hildin í hølum felagsins í kjallaranum í ítróttarhøllini.
Forkvinnan, Selinda í Heiðunum, greiddi frá hvat nevndin hevði gjørt í farna árið og hvussu felagið hevði klára seg, og síðan bleiv roknskapurin fyri felagið lagdur fram.
Nevndin er mannað við eini fimm manna nevnd. Annaðhvørt ár velja vit tveir nevndarlimir og annaðhvørt ár tríggjar.
Í ár stóðu Selinda og Durita fyri valið. Durita ynskti at sleppa frá afturvali, meðan Selinda segði at hon kundi taka eitt skeið afturat um so var at eingin bjóðaði seg at koma uppí nevnd.
Harumframt ynskti Torben, sum hevur sitið eitt ár at gerast eykalimur, heldur enn nevndarlimur.
Inn fyri Duritu Olsen og Torben Nielsen komu Sverri Justinussen og Áge Arholdsson
Eykalimir vera Torben Nielsen og Jóhannes Nielsen
Nevndin hevur ikki skipað seg enn, men skipar seg á næsta fundi.