Venjarin komin

Í gjárkvøldi var fundur í hølunum hjá Tjaldur, har nevnd og nýggi venjari hjá felagnum tosaðu saman um komandi kappingarár og løgdu út í kortið hvussu felagið venjingar skuldu skipast.

Nýggi venjarin hjá felagnum hevur verið í Føroyum í 1 viku og er spentur uppá nýggju uppgávuna, ið vit ætla skal byrja mánadagin 20. august.

Vit ynskja Christoffer vælkomnum og vóna at bæði hann og felagið fáa eitt gott kappingár.