Spennandi foreldrafundur kl. 19 týskvøldið 25. september í Skúlanum við Løkin
Hondbóltsfelagið Tjaldur skipar í sambandi við komandi kappingarárið 2018/19 fyri spennandi foreldrafundi týskvøldið 25. september 2018. Fundurin verður í kantinuni í Skúlanum við Løkin og byrjar kl. 19:00.
Kropslig venjing í sambandi við hondbólt
Heri Ziska, kropsligur venjari hjá Hondbóltssambandi Føroya, greiður í stuttum frá sínum arbeiði og hugsanum um kropsliga venjing í sambandi við hondbólt við serligum denti á yngru árgangirnar.
Mál og mið við venjingunum
Christoffer Madsen, nýggi ungdómsvenjarin hjá Hondbóltsfelagnum Tjaldur, sigur nøkur fá orð um hvør hann er og hvørjar royndir hann hevur innan hondbólt. Eisini greiður hann stutt frá hvussu venjingarnar komandi kappingarárið verða skipaðar, hvat dentur verður lagdur á og hvørji málini eru fyri ymisku árgangirnar.
Tað praktiska í sambandi við komandi kappingarárið
Johnny Lamhauge, samskipari hjá Hondbóltsfelagnum Tjaldur, greiður frá um tað praktiska í sambandi við komandi kappingarár.
Hann kunnar um venjingar tíðir, venjarar og um nær og hvar ymisku dystirnir verða og um hvussu hetta verður skipað.
Hillerød Påskecup 2019 – møgulig luttøka komandi vár
Á hvørjum ári, um Páskirnar, skipar Hillerød Håndboldklub fyri Hillerød Påskecup, ið er fyri bæði donsk og útlendsk ungdómslið í U9, U10, U12, U14, U16 og U19.
Um undirtøka er fyri tí er ætlanin at Hondbóltsfelagið Tjaldur fer at luttaka við einum ella fleiri liðum í Hillerød Påskecup komandi vár.