Kunning
Kunning um lið o.a. Liðini eru: U6 er árgangur 2017 og uppeftir Tey trena hósdag kl.17 – 18 Venjari: Borgar M. Persson U8 er árgangur 2016 og 2015 Tey trena hósdag, gentur kl.15 – 16 og dreingir kl.16 – 17. Venjari: D8 Katrin Thomassen við fleiri G8 U10 er árgangur 2014 og 2013 Dreingirnir trena […]
Tilmeldingardagur 2023
Minst til at í dag er tilmeldingardagur hjá okkum í Hondbóltsfelagið Tjaldur Frá kl. 16-19 verður tilmeldingar dagur hjá Tjaldur í Bylgjuni. Her ber til at fáa hjálp til tilmelding, um tørvur er á tí. Eisini verður møguleiki at møta venjarunum Vit bjóða kaffi, køku og sunkist til børnini Møguleiki verður eisini at keypa Tjaldurs […]
SKEMA 2023/2024
Nýtt skema – fyri hondbóltsárið 2023/2024
Nýggj nevnd
Á ársaðalfundi felagsins í kvøld stóð nevndarval á skránni. Forkvinnan, Joan Jacobsen, bar seg undan afturvali. Felagið takkar Joan fyri stóra arbeiði hennar fyri felagið hesi seinastu árini. Hinir nevndarlimirnir, Sverri, Aage og Sigrun tóku øll við afturvali og nýggir í nevndina komu Kári Hansen og Dan Lamhauge. Vit vilja bjóða teimum hjartaliga vælkomnan í […]
Aðalfundurin 2023
Aðalfundur verður í kantinuni í Skúlanum við Løkin hóskvøldið 15. juni 2023 kl 19:00. Skrá sambært lógum felagsins. Møtið fjølment. Hondbóltsfelagið Tjaldur
Rennidagur 14. mars 2021
Tjaldur, ver vælkomið til okkum heim! Grækarismessa verður 12. mars og tí sambandi fara vit í Hondbóltsfelagnum Tjaldur at skipa fyri Tjaldursrenning sunnudagin 14. mars kl.15:00 við Toftavatn Øll, ið venja við Tjaldur, fáa tekningarseðlar heim við, til at skaffa stuðlar til renningina. Vónandi verða so nógv sum møguligt við og stuðla felagnum. Peningurin fer […]
Venjingartíðir 2020/2021
TJALDUR OG STÍF SAMAN UM FELAGSLIÐ OG NÝGGJAN VENJARA/LEIKARA
Grannafeløgini Hondbóltsfelagið Tjaldur av eystara armi og Stranda Ítróttarfelag (STÍF) av vestara armi á Skálafjørðinum hava avgjørt at samstarva. Í fyrstu atløgu snýr samstarvið seg um 1-3 felags ungdómslið. Hini liðini hjá feløgunum báðum fara eisini at venja saman við jøvnum millum bilum. Samstundis hava Tjaldur og STÍF gjørt avtalu við danan Mads Lindkvist sum […]