Nýggj nevnd

Á ársaðalfundi felagsins í kvøld stóð nevndarval á skránni. Forkvinnan, Joan Jacobsen, bar seg undan afturvali. Felagið takkar Joan fyri stóra arbeiði hennar fyri felagið hesi seinastu árini.

Hinir nevndarlimirnir, Sverri, Aage og Sigrun tóku øll við afturvali og nýggir í nevndina komu Kári Hansen og Dan Lamhauge.

Vit vilja bjóða teimum hjartaliga vælkomnan í nevndina.

Tískil er stundin eisini komin til eitt vaktarskifti og valdi nevndin tí Sigrun Jónsveinsdóttir, sum nýggja forkvinnu.

Nevndin er nú skipa soleiðis:

Sigrun Jónsveinsdóttir, forkvinna

Sverri Justinussen, skrivari

Aage Arnoldson, kassameistari

Kári Hansen, nevndarlimur

Dan Lamhauge, nevndarlimur

Vit gleða okkum at fara í gongd við eitt gott kappingarár

Vinarliga

Hondbóltsfelagið Tjaldur