Tilmeldingardagur 2023

Minst til at í dag er tilmeldingardagur hjá okkum í Hondbóltsfelagið Tjaldur🤾‍♂️⛹️‍♀️

Frá kl. 16-19 verður tilmeldingar dagur hjá Tjaldur í Bylgjuni. Her ber til at fáa hjálp til tilmelding, um tørvur er á tí. Eisini verður møguleiki at møta venjarunum 🙌

Vit bjóða kaffi, køku og sunkist til børnini 🥳🤩

Møguleiki verður eisini at keypa Tjaldurs klæðir 🤾

Kostnaður fyri tilmelding:

U6 og U8 700 kr.

U10 850 kr.

U12 1.000 kr.

U14 og eldri 1.200 kr.

Allir leikarar fáa ein bólt við í luttøkugjaldinum 👏

**Um onkur heldur seg aftur av fíggjarligum áðum, ber altíð til at tosa nevndina, og gera eina avtalu.

Tilmelding fer fram á https://spjaldur.runavik.fo/

Fyri tey sum ikki hava Spjaldur, so má peningurin flytast á konto í Betri Banka: 9181 – 128.550.7. Minst til at viðmerkja navn og lið hjá íðkarnum.

Øll mugu skráseta seg á holdsport. Hetta gera tit við at taka appina niður og melda tykkum til, og melda tykkum á rætta liðið.

Viðfest er vegleiðing til at upprætta seg á appini.

Vit gleða okkum at síggja tykkum 🤩