Tjaldur, ver vælkomið til okkum heim!
Grækarismessa verður 12. mars og tí sambandi fara vit í Hondbóltsfelagnum Tjaldur at skipa fyri Tjaldursrenning sunnudagin 14. mars kl.15:00 við Toftavatn
Øll, ið venja við Tjaldur, fáa tekningarseðlar heim við, til at skaffa stuðlar til renningina.
Vónandi verða so nógv sum møguligt við og stuðla felagnum. Peningurin fer til at betra um felagið. Vinningar verða til 3 tey fyrstu.
Vit bjóða vatn, frugt, kaffi, te og kaku á málinum
Øll eru vælkomin at renna og at stuðla Hondbóltsfelagnum Tjaldur tann 14. mars kl. 15:00 við Toftavatn