Simona Petersen til Tjaldur

img009
Nú vit eru komin út í juni mána eru feløgini so smátt byrja at hugsa um næsta kappingarár. Tjaldur kom í semifinaluna í steypakappingini og gjørdist nummar tvey í landskappingini í fjør. Komandi ár ætlar felagið at koma heilt upp á ovastu rók aftur, eins og í 2009.
Fyri at náa hesum málið hevur Hondbóltsfelagið Tjaldur nú skrivað undir sáttmála við sterka bakkin hjá Stjørnuni Simonu Petersen.

Simona hevur síðstu árini spælt við Stjørnuni, men kom upprunaliga til Føroya at spæla við Søljuni. Síðan hevur hon eisini roynt seg í Neistanum.
Komandi ár er tó greitt at hon kemur at spæla í gula leikbúnanum hjá Tjaldur.
Liðið komandi ár kemur at líkjast liðnum síðsta ár, men tó so, onkrar broytingar vera. Alina verður ikki partur av liðnum komandi ár, og Annika sum síðstu árini hevur verið við Tjaldur kemur heldur ikki at spæla við.
Í august byrjar liðið at venja aftur, og til tað tíð kemur heimasíðan at vera eitt sindur í summarfrí, men tó so, um onkur leikari kemur afturat, so verður tað kunngjørt á heimasíðuni.