Nýtt kappingarár 2017/2018

Omanfyri síggjast venjingartíðirnar hjá øllum liðum.

Tað hevur drigið út við at fingið skemaðið uppá pláss, og tískil herja vit á beinanvegin. Fyrstu liðini byrja longu sína venjing í morgin, hósdagin 31. august kl.16:00.

Gevið gætur, at gentur 12 venja ikki hósdagin 31. august, men byrja týsdagin 5. september.

Gevið somuleiðis gætur at U8 børn byrja sína venjing mikudagin 13. september.

Vit eru klár yvir at onkur tíð møguliga rakar fótbóltin nú meðan bæði koyra, men vónandi finna vit eina loysn, soleiðis at øll fáa vænt eitt sindur tann fyrsta mánan, til fótbólturin er liðugur.

Við vón um at nógv møta upp til venjingina hjá Tjaldur í vetur.

Hondbóltsfelagið Tjaldur